mandag, november 24, 2008

Orsaka...

Ok - orsaka. Eg veit, at eg ikki havi skrivað nógv her nýliga, men eg tosi føroyskt hvønn dag, og tað gongur gott (haldi eg...). Eg eri ikki ein av hasum, sum byrjar okkurt, men ongantíð heldur fram, men tí eg tosi føroyskt hvønn dag, er ikki so týdningarmikið um eg skrivi ofta her ella ikki. tá ið eg eri aftur í Onglandi, skal eg royna at skriva oftari. Eg vil ikki gloyma alt eg havi lært meðan eg havi verið her.

So, veit eg nøkur tíðindi? Hmm... nei, men lívið er gott! Síðan eg skrivaði síðstu ferð havi eg verið á Suðuroynni (tað er so fagurt har!)... og eg eri eisini eitt ár eldri, men vit tosa ikki so nógv um hatta...
Eg havi eisini lisið nógv - sjálvandi má eg lesa nógv sum phd-studentur, men eg havi eisini byrjað lesa 'føroyskar' fagrar bókmentir. Eg skrivaði 'føroyskar' tí tær fyrstu tvær bøkur hava verið útlendskar bøkur á føroyskum (eftir Mark Haddon og Henning Mankell) og nú lesi eg Salku Valku eftir Halldóri Laxness :) Og tað gongur gott!

Tað er alt eg havi at siga - eg vóni, at tit hava tað gott (tó eg eri næstan vissur um, at bara Anna lesur hesa blogguna... men eg vóni eisini, at hon hevur tað gott!).

PS: Eg havi lært eitt nýtt orð, 'skáldkoppar'. Men 'chicken pox' er eitt sindur coolari eftir míni áskoðan...

tirsdag, oktober 21, 2008

Fimm vikur í Føroyum...

(Myndirnar eru frá einari ferð til Klaksvíkar). Nú havi eg verið fimm vikur í Føroyum... Og hvussu dámar mær at vera her? Eg elski Føroyar (ella skrivar man ’e elski førjar’?) – landið er so fagurt og fólkið er so vinarligt. Tað var ikki so lætt í byrjanini, tí eg eri phd-studentur og havi ikki tímar á fróðskaparsetrinum, men øll hava verið so vinarlig... Takk! Málið? Argh... Tað er torført, men eg royni at tosa tað... og eg trúgvi at mítt føroyskt er nú betri enn tá ið eg kom til oyggjarnar, men eg veit ikki! Takk til øll sum hava tosað føroyskt við meg – eg kann hugsa mær, at tað ikki altíð er lætt!

onsdag, oktober 08, 2008

Norröna var her!

Hmm... Orsaka. Eg havi ikki skrivað so nógv enn, men eg tosi føroyskt hvønn dag, so eg havi vant meg ofta í føroyskum síðan eg skrivaði okkurt her... Hasum skalt tú ikki stúra fyri ;)

MEN Norröna var her. Eg elski tað tá ið Norröna er í Havn, tí tá eru nógv ferðafólk við kortum og við ráðaleysum andlitsbrøgdum á gøtuni, og eg kenni meg sum innføddur :)

tirsdag, september 30, 2008

Vælkomin!

Hey og vælkomin til mitchenstein í føroyalandi! Tí eg skal búgva eina løtu her í Føroyum, haldi eg tað vera gott fyri meg at skriva eitt sindur føroyskt av og á.

Eg havi eisini eina bloggu á enskum og eina myndabloggu (er hetta eitt føroyskt orð?).

Ok, hav tað gott og vit ‘síggjast’!

John