tirsdag, oktober 21, 2008

Fimm vikur í Føroyum...

(Myndirnar eru frá einari ferð til Klaksvíkar). Nú havi eg verið fimm vikur í Føroyum... Og hvussu dámar mær at vera her? Eg elski Føroyar (ella skrivar man ’e elski førjar’?) – landið er so fagurt og fólkið er so vinarligt. Tað var ikki so lætt í byrjanini, tí eg eri phd-studentur og havi ikki tímar á fróðskaparsetrinum, men øll hava verið so vinarlig... Takk! Málið? Argh... Tað er torført, men eg royni at tosa tað... og eg trúgvi at mítt føroyskt er nú betri enn tá ið eg kom til oyggjarnar, men eg veit ikki! Takk til øll sum hava tosað føroyskt við meg – eg kann hugsa mær, at tað ikki altíð er lætt!

onsdag, oktober 08, 2008

Norröna var her!

Hmm... Orsaka. Eg havi ikki skrivað so nógv enn, men eg tosi føroyskt hvønn dag, so eg havi vant meg ofta í føroyskum síðan eg skrivaði okkurt her... Hasum skalt tú ikki stúra fyri ;)

MEN Norröna var her. Eg elski tað tá ið Norröna er í Havn, tí tá eru nógv ferðafólk við kortum og við ráðaleysum andlitsbrøgdum á gøtuni, og eg kenni meg sum innføddur :)