mandag, november 24, 2008

Orsaka...

Ok - orsaka. Eg veit, at eg ikki havi skrivað nógv her nýliga, men eg tosi føroyskt hvønn dag, og tað gongur gott (haldi eg...). Eg eri ikki ein av hasum, sum byrjar okkurt, men ongantíð heldur fram, men tí eg tosi føroyskt hvønn dag, er ikki so týdningarmikið um eg skrivi ofta her ella ikki. tá ið eg eri aftur í Onglandi, skal eg royna at skriva oftari. Eg vil ikki gloyma alt eg havi lært meðan eg havi verið her.

So, veit eg nøkur tíðindi? Hmm... nei, men lívið er gott! Síðan eg skrivaði síðstu ferð havi eg verið á Suðuroynni (tað er so fagurt har!)... og eg eri eisini eitt ár eldri, men vit tosa ikki so nógv um hatta...
Eg havi eisini lisið nógv - sjálvandi má eg lesa nógv sum phd-studentur, men eg havi eisini byrjað lesa 'føroyskar' fagrar bókmentir. Eg skrivaði 'føroyskar' tí tær fyrstu tvær bøkur hava verið útlendskar bøkur á føroyskum (eftir Mark Haddon og Henning Mankell) og nú lesi eg Salku Valku eftir Halldóri Laxness :) Og tað gongur gott!

Tað er alt eg havi at siga - eg vóni, at tit hava tað gott (tó eg eri næstan vissur um, at bara Anna lesur hesa blogguna... men eg vóni eisini, at hon hevur tað gott!).

PS: Eg havi lært eitt nýtt orð, 'skáldkoppar'. Men 'chicken pox' er eitt sindur coolari eftir míni áskoðan...